- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fíggjarnevndin viðger eykajáttanarlógina

Fíggjarnevndin hevur í dag fund um eykajáttanarlógina fyri oktober, og í hesum sambandi eru fleiri stovnar og landsstýrismenn boðsendir at greiða nærri frá fíggjarviðurskiftum.
Uppskotið hevur eitt hall upp á slakar 90 milliónir krónur.
Biðið er millum annað um 30 milliónir krónur í eykajáttan at bora bergholini norður um Fjall, 19 milliónir til landskassaveðhaldið fyri ferðslu í Eysturoyartunlinum, 9,4 milliónir krónur til endurgjald til skipasmíð, fólkaskúlin skal hava tríggjar milliónir aftrat og Fróðskaparsetrið 2,3 milliónir.
3,3 milliónir skulu eisini játtast aftrat til lestrarstuðul, Landssjúkrahúsið hevur brúk fyri sløkum fimm milliónum aftrat og Suðuroyar sjúkrahús fyri sløkum tveimum milliónum.
Biðið er eisini um 14,3 milliónir til dagpengaskipanina, 6,7 milliónir til arbeiðsfremjandi tiltøk og seks milliónir til familjuískoyti.