9.000 russiskir hermenn á veg til Hvítarusslands

9.000 russiskir hermenn á veg til Hvítarusslands
At loyva russiskum herdeildum til markið kann koma Lukasjenko, forseta, aftur um brekku, tí flestu hvítarussar taka ikki undir við krígnum í Ukraina
Aleksandr Lukasjenko, forseti í Hvítarusslandi, er undir sera stórum trýsti og hevur verið tað síðani forsetavalið í 2020.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
17.10.2022 - 08:43

9.000 russiskir hermenn eru nú á veg til Hvítarusslands.

Tað skrivar verjumálaráðið í Minsk í Hvítarusslandi, sum Reuters endurgevur.

Herdeildirnar skulu vera partur av felags russisku-hvítarussisku hereindunum, sum skulu verja markið  fyri "hóttanum úr Ukraina og Vesturheiminum", sum Aleksandr Lukasjenko, forseti í Hvítarusslandi, málber seg.

Avgerðin at loyva russiskum herdeildum við markið í Hvítarusslandi kann vera sera vandamikil hjá Lukasjenko, tí flestu fólk í Hvítarusslandi stuðla ikki krígnum í Ukraina. Vandi er tí fyri, at fólkið kann venda sær móti forsetanum.

 

Vil varðveita valdið

Hinvegin hevur Aleksandr Lukasjenko tørv á russiskum stuðli fyri at vera sitandi við valdinum, og tí kann hann ikki veruliga siga nei til Putin.
 
Flemming Splidsboel, granskari og serfrøðingur í russiskum trygdarviðurskiftum, sigur, at Lukasjenko er undir sera stórum trýsti og hevur verið tað síðani forsetavalið í 2020.

Hann vísir á, at hetta er kostnaðurin, Lukasjenko má rinda fyri at fáa russiskan stuðul. Og fær hann ikki stuðul haðani, so verður hann tveittur úr forsetabústaðnum, sigur Flemming Splidsboel.

Fleiri ES-lond viðurkenna ikki Lukasjenko sum lógligan forseta í Hvítarusslandi. Tað er við náði frá Russlandi, at hann hevur sitið við valdið síðani valið í 2020.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369