
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uppskot um nýggja bókasavnslóg

Brúk er fyri umfatandi broytingum í bókasavnslógini. Og uppskot er nú gjørt um nýggja bókasavnslóg.
Í mars 2020 setti Jenis av Rana, landsstýrismaður, ein arbeiðsbólk at skriva álit um dagføring í bókasavnslógini.
Bólkurin skuldi lýsa tey øki í bókasavnslógini, har brúk er fyri dagføringum.
Serliga var hugsað um universitetsbókasavn, minstamark fyri bókasavnsgjaldi, stuðulsskipanir, høvuðsbókasavnsuppgávuna og talgilt tilfar.
Álitið hjá arbeiðsbólkinum kom 17.september í 2020.
Brúk fyri broytingum
Niðurstøðan er, at stóru broytingarnar í samfelagnum síðani aldarskiftið seta støðugt størri krøv til tænastuveitingarnar á bókasavnsøkinum.
Brúk er tí fyri umfatandi broytingum í bókasavnslógini.
Nakrar royndir eru gjørdar seinastu árini, men eingin broyting er gjørd í bókasavnslógini síðan 2005.
Ein nýskipan í lógaruppskotinum, sum nú er til hoyringar, er eitt bókasavnsráð, sum skal ráðgeva politisku skipanini í bókasavnsmálum og koma við tilmælum um, hvussu bókasavnsøkið kann mennast.
Universitetsbókasavn
Skotið verður eisini upp, at Landsbókasavnið hevur neyðugar førleikar at veita universitetsbókasavnstænastu.
Sambært galdandi lóg eiga fólkabókasøvnini at fáa 40 prosent í stuðli til rakstur.
Skuldi stuðul verið latin sambært góðkendum fíggjarætlanum hjá teimum 18 fólkabókasøvnunum, hevði stuðilin í ár verið 6,66 mió. kr.
Bara knappliga helvtin av tí er í fíggjarlógini fyri 2022.