
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Semjan um tunnilsgjøldini er rokin
Semjan um tunnilsgjøldini er rokin
Kristin Michelsen í Sjálvstýri væntar, at verður gjaldið tikið av, fer tað at raka viðlíkahaldið í tunlunum

Sjálvstýri hevur boðað frá, at flokkurin tekur ikki undir við at taka tunnilsgjøldini av.
10.10.2022 - 13:15
Semjan í samferðslubólkinum um at taka tunnilsgjøldini av er rokin, nú tveir samgongulimir og Kristin Michelsen úr Sjálvstýri, ið sum oftast hevur atkvøtt saman við samgonguni, nú boðar frá, at Sjálvstýri ikki tekur undir við semjuni.
Kristin Michelsen væntar, at verður gjaldið tikið av, fer tað at raka viðlíkahaldið í tunlunum.
Kristin Michelsen tingmaður í Sjálvstýri. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Sjálvt ikki tann parturin í semjuni í samferðslubólkinum, at útoyggjafólk, sandoyingar og suðuroyingar skulu fáa bíligari ferðaseðlar, ger, at Kristin Michelsen kann umhugsa støðuna av nýggjum og taka undir við semjuni.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
10102022_Tunnilssemja_rokin
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV