Óstøðugt virksemi á Familjudeplinum

Óstøðugt virksemi á Familjudeplinum
84 dagar í fjør vóru tvær familjur innskrivaðar, í 162 dagar var ein familja, og í 119 dagar var eingin familja innskrivað
Almannamálaráðið og Almannaverkið royna nú at fáa greiðu á, hvussu virksemið á familjudeplinum skal skipast í framtíðini.
 
06.10.2022 - 08:57

Virksemið á Familjudeplinum hjá Almannaverkinum hevur verið sera óstøðugt seinastu árini.

Í fjør vóru fimm familjur innskrivaðar í Familjudepilin. Tvær teirra fóru haðani eftir fáar dagar.

Tað sigur Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður, í svari til løgtingsmannin Djóna Nolsøe Joensen.

Neyvari tøl siga, at í fjør vóru í 84 dagar tvær familjur innskrivaðar, í 162 dagar var ein familja, og í 119 dagar var eingin familja innskrivað.

 

Tilboðið er sjálvboðið

Høvuðsbarnaverndarnevndin tekur avgerð um at senda familjur í Familjudepilin eftir tilmæli frá barnaverndartænastunum. Talan er um eitt sjálvboðið tilboð. 

Hetta merkir, at familjuni ikki nýtist at fara í Famlijudepilin, ella hon kann fara haðani eftir stutta tíð.

Sagt verður eisini í svarinum, at Familjudepilin skal vera fult virkisførur við fullari starvsfólkamanning alt árið.

Almannaverkið hevur roynt at skipa arbeiðið hjá starvsfólkunum soleiðis, at starvsfólkini í Familjudeplinum hava tikið vaktir á samdøgursstovnum fyri børn og ung, tá einki virksemi hevur verið í Familjudeplinum. 

 

Skulu vera tøk

Hetta hevur tó ikki virkað eftir ætlan, tí starvsfólkini skula vera tøk í Familjudeplinum við stuttum skotbrái, tá ein familja verður innskrivað har. 

Hetta hevur við sær nógv órógv í arbeiðinum á samdøgursstovnunum fyri børn og ung.

Landsstýrismaðurin sigur, at Almannamálaráðið og Almannaverkið royna nú at fáa greiðu á, hvussu virksemið á familjudeplinum skal skipast í framtíðini, millum annað hvussu verður við starvsfólkunum, sum í løtuni eru flutt í onnur størv í Almannaverkinum.   

  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119