Kvinnuhúsið skal eisini ráðgeva monnum

Kvinnuhúsið skal eisini ráðgeva monnum
Biðið verður um 300.000 kr. til Kvinnuhúsið í uppskotinum um eykajáttanarlóg
Kvinnuhúsið skal skipa harðskapsmóttøkuna. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
06.10.2022 - 09:04

Longu í ár skal Kvinnuhúsið eisini ráðgeva monnum.

Í einari kanning frá 2020 um likamligan, kynsligan og sálarligan harðskap er niðurstøðan, at móttøka fyri harðskapsrakt skal skipast betur. 

Við at savna ráðgeving og vegleiðing á einum staði verður lættari hjá teimum harðskapsraktu, teirra avvarðandi og myndugleikum, stovnum og feløgum at basa harðskapinum.

Og Kvinnuhúsið skal skipa harðskapsmóttøkuna bæði fyri kvinnur og menn, men menn fáa ikki innivist í Kvinnuhúsinum.

Biðið verður um 300.000 kr. til Kvinnuhúsið í uppskotinum um eykajáttanarlóg, sum kom í tingið í gjár.

Leigumálið hjá Kvinnuhúsinum verður víðkað, og ætlanin er at seta eitt starvsfólk afturat.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119