- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyskar kommunur fáa lán við ríkiskassaveðhaldi
Føroyskar kommunur fáa lán við ríkiskassaveðhaldi
Fleiri danskar lógir, sum viðvíkja Føroyum, standa í løglistanum hjá donsku stjórnini

Danska KommuneKreditt fær nú eisini møguleika at læna til Føroya við ríkiskassaveðhaldi.
06.10.2022 - 14:14
Danska KommuneKredit skal eisini kunna lána kommunum í Grønlandi og Føroyum pengar við fullum veðhaldi frá danska statskassanum.
Tað ætlar danska stjórnin sambært løglistanum fyri tingárið 2022/23.
Ein lóg er eisini á veg úr Løgmálaráðnum um, hvussu revsing skal fremjast í Føroyum.
Lógaruppskot eru um nógvar broytingar í revsilógini, rættargangslógini og í øðrum lógum.
Endamálið er at styrkja hetta økið í Føroyum, so møguleikarnir hjá myndugleikanum fyri at fullføra revsingar gerast størri, sigur stjórnin.
Lógin um rættargjøld skal eisini broyast, nú konkurslógin er broytt.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV