- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eykajáttan at bora bergholini norður um Fjall

Slakar 90 mió. kr. er hallið í uppskotinum um eykajáttanarlóg, sum Uni Rasmussen, landsstýrismaður, kom í tingið við í gjár.
Tað gongur so skjótt at bora bergholini norður um Fjall, at vandi er fyri, at játtanin í ár verður uppi fyri nýggjár.
Fyri at arbeiðið ikki skal steðga í heyst, verður biðið um 30 milliónir í eykajáttan.
Biðið verður um 19 mió. kr. til landskassaveðhaldið fyri ferðslu í Eysturoyartunlinum.
Higartil er tað veðhaldið komið upp á 54 mió. kr.
Skipasmíð og fólkaskúli
Aðrar stórar eykajáttanir eru 9,4 mió. kr. til endurgjald til skipasmíð, fólkaskúlin skal hava tríggjar milliónir aftrat og Fróðskaparsetrið 2,3 milliónir.
3,3 milliónir skulu játtast aftrat til lestrarstuðul, Landssjúkrahúsið hevur brúk fyri sløkum fimm milliónum aftrat og Suðuroyar sjúkrahús fyri sløkum tveimum milliónum.
Hjá almanna-málum eru størstu eykajáttanirnar 14,3 milliónir til dagpengaskipanina, 6,65 milliónir til arbeiðsfremjandi tiltøk og seks milliónir til familjuískoyti.
Fyrsta viðgerð um uppskotið um eykajáttan verður í morgin.