
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgmaður hittir floksleiðarar um støðuna mótvegis Russlandi
Løgmaður hittir floksleiðarar um støðuna mótvegis Russlandi
Fiskirættindasamráðingar við Russland og kríggið í Ukraina er á skránni

Floksformenn á veg á fund í Tinganesi fyri løtu síðani.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
28.09.2022 - 09:55
Um hálvgum tíggju tíðina fóru formenninir í øllum flokkunum á fund við løgmann um støðuna mótvegis Russlandi.
Floksformenninir fara m.a. at umrøða fiskirættindasamráðingarnar við Russland, kríggið í Ukraina, og støðuna, sum er komin í, nú tað er greitt, at orsøkin til lekarnar í gassleiðingunum úr Russlandi eftir øllum at døma er sabotasja.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, segði soleiðis við Kristinn Vang, áðrenn fundurin byrjaði:
28092022_Logmadur
Kristinn Vang hitti eisini Høgna Hoydal, formann í Tjóðveldi, og Aksel V. Johannesen, formann í Javnaðarflokkinum:
28092022_hogni_og_aksel
Bjarni Árting Rubeksen tók myndirnar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV