Ferðafólk við Atlantsflogi skulu eisini rinda grønt avgjald

Ferðafólk við Atlantsflogi skulu eisini rinda grønt avgjald
Danska stjórnin ætlar, at í 2025 skulu ferðafólk rinda 13 krónur í eykagjaldi fyri flogferðaseðlil við fráferð úr donskum floghavnum
Ætlaða avgjaldshækkingin í donskum floghavnum fer eisini at raka ferðafólk við Atlantsflogi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.09.2022 - 18:00

Tað verða ferðafólkini, sum skulu rinda, um avgjald verður lagt á flogferðir úr donskum floghavnum, eisini við Atlantsflogi.

Danska stjórnin ætlar, at í 2025 skulu ferðafólk rinda 13 krónur í eykagjaldi fyri flogferðaseðil við fráferð úr donskum floghavnum.

Peningurin fer beinleiðis til at menna grøna tøkni, so at øll donsk innanríkisflogfør frá 2030 flúgva veðurlagsneutralt. Danska stjórnin ætlar at játta 1,8 milliardir krónur til at menna grøna flogferðslu í Danmark, og peningurin skal koma frá nýggja avgjaldinum. 

Samtykkir Fólkatingið uppskotið, fer tað at eisini umfata Atlantsflog, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í flogfelagnum:

 

23092022_Atlantsflog_

 

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi.

 

Atlantsflog er sjálvt í grønari menning, og tað arbeiðið gongur væl, sigur Jóhanna á Bergi:

 

23092022_Atlantsflog_1

 

Nú brennievni er vorðið dýrari, dýrka ferðaseðlanir við Atlantsflogi helst eisini eitt vet:

 

23092022_Atlantsflog_og_oljuprisir


 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. mars
Norðurljóð 3.mars 2025
188433
Mánadag 3. mars
4. dagar til fyrsta bríksl
188556
Mánadag 3. mars
Góðan morgun Føroyar
188535
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389