- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tvær kommunur skylda meira enn eina álíkning
Tvær kommunur skylda meira enn eina álíkning
Klaksvíkar kommuna og Fuglafjarðar kommuna eru farnar upp markið, men skuldin hjá Vágs kommuna er farin niður um eina álíkning

Djóni Højgaard hevur kommunal fíggjarmál um hendi í umsitingini í Fíggjarmálaráðnum.
22.09.2022 - 09:31
Skuldin hjá føroysku kommununum er vaksin seinnu árini. Tvær stórar kommunur eru farnar upp um eina álíkning, sum er markið fyri, hvussu nógv ein kommuna kann skylda.
Kommunurnar, sum í dag skylda meira enn eina álíkning, eru Klaksvíkar- og Fuglafjarðar kommunur.
Vágs kommuna hevur eisini ligið omanfyri, men er nú komin niður um eina álíkning.
Djóni Højgaard hevur kommunal fíggjarmál um hendi í umsitingini í Fíggjarmálaráðnum. Hann sigur soleiðis um fíggjarligu støðuna hjá kommmununum:
21092022_Djoni_Hojgaard
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV