- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samráðast um nýggjan handverkarasáttmála
Samráðast um nýggjan handverkarasáttmála
Partarnir hava handað krøvini
Mynd: Vinnuhúsið.
19.09.2022 - 09:44
Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Handverksmeistarafelag, Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna eru farin undir at samráðast um handverkarasáttmálan, sum gongur út 1. oktober í ár.
Partarnir handaðu krøvini hósdagin, og teir fara at brúka nakrar dagar at fyrireika seg til krøvini hjá mótpartinum. Samráðingarnar halda fram mánadagin 26. september, sæst á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV