- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lótu springarar fara
Ein bólkur av springarum, sum fólk bóru eyga við í Kalsoyarfirði í morgun, verður ikki hildin til.
Tað var um hálvgum tíggju tíðina í morgun, at sýslumaðurin fekk boð um, at fólk sóu eina grind út fyri Húsum.
Hann beindi boðini víðari til nakrar av grindaformonnunum í Klaksvík, sum fóru út til bólkin.
15-20 hval
Teir staðfestu, at talan var um einar 15-20 springarar, og at tað helst var tann bólkurin, sum varð sáldaður frá, tá ið ein lítil grind varð hildin til í Syðrugøtu fyrrapartin í gjár.
Avgjørt varð í morgun at lata bólkin fara, sigur Jens Jensen, sýslumaður.
Eina løtu seinni fekk sýslumaðurin tó ein fyrispurning frá sundamonnum, sum fegnir vildu halda bólkin til í Hvannasundi.
Sýslumaðurin sýtti tó fyri hesum, og tá Náttúrugripasavnið heldur ikki metti, at neyðugt var at merkja grindina, fekk hon frið at svimja til havs.