Seks limir í Etiska Ráðnum koyrdir til hús

Seks limir í Etiska Ráðnum koyrdir til hús
Forkvinnan undrast á avgerðina, tí ráðið hevur hevur fleiri mál á skránni, og valskeiðið er fýra ár
Anne Mette Greve Klemensen, forkvinna í Etiska Ráðnum, er millum teir seks stýrislimirnar, sum eru koyrdir til hús mitt í valskeiðnum.
 
16.09.2022 - 14:58

Seks av níggju limum í Etiska ráðnum eru sendir til hús 1. oktobur.

Tað váttar forkvinnan í ráðnum, Anne Mette Greve Klemensen, sum er millum teirra, sum hava fingið uppsøgn frá landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen.

- Eg undrist og rokni við, at talan man vera um eina misskiljing, av tí at mítt valskeið er fýra ár, sigur Anne Mette Greve Klemensen.

1. oktober eru júst tvey ár síðani hon tók við sum forkvinna í Etiska Ráðnum.

 

Virkar væl og er væl skikkað

Hon sigur, at eftir hennara tykki er Etiska Ráðið bæði vælvirkandi og vælskikkað. Tey hava nógvar ætlanir um ymisk mál, sum tí liggja og bíða eftir at verða viðgjørdar, og hon harmast tí um, at ráðið ikki fær arbeitt.

Seks av teimum níggju limunum hava fingið teldupost frá landsstýrismanninum, har hann takkar fyri samstarvið og samstundis boðar frá, at tey eru uppsøgd frá 1. oktober at rokna.

Anne Mette Greve Klemensen sigur seg undrast stórliga. Hon fer at seta seg í samband við Kaj Leo Holm Johannesen at spyrja hann, um talan er um eina misskiljing.

Hon sigur, at tey høvdu roknað við, at tríggir limir fóru at vera skiftir út.

Skeiðið hjá limum í Etiska Ráðnum er fýra ár. Kortini hava tríggir limir longu sitið í fimm ár.

Hetta, hóast forkvinnan síðani desembur í fjør fleiri ferðir í telduposti hevur spurt, hvussu ráðið fór at vera mannað frameftir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV