Afturkalla heilsuskaðiligan ost

Afturkalla heilsuskaðiligan ost
Vandi er fyri E.coli í ostinum, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan
Hetta er osturin, sum nú verður afturkallaður.
 
31.01.2025 - 08:29

Ostur, sum er seldur í Føroyum, er heilsuskaðiligur.

Hann er tí afturkallaður.

Ulvedal Ost og Ostebørsen afturkalla Morbier, tí vandi er fyri, at E.coli (STEC) er í ostinum.

 

Skræpa og magapína

Sjúkueyðkennini hjá teimum, sum eru smittað við E.coli (STEC), eru skræpa, ring magapína og spýggja. 

Vanliga er bara lítil ella eingin fepur.  Sjúkan varar vanliga fimm til tíggju dagar.

Í einstøkum førum kann smittan elva til akutt nýrabrek, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV