Nú hevur Hummelgaard svarað um Watson

Nú hevur Hummelgaard svarað um Watson
Bæði ríkisadvokaturin og politiið í Grønlandi halda, at til hevði borið at utflýggja Japan Paul Watson eftir grønlendsku útflýggingarlógini
Paul Watson var latin leysur 17. desember í fjør.
 
31.01.2025 - 07:29

Bæði ríkisadvokaturin og politiið í Grønlandi halda, at til hevði borið at utflýggja Japan Paul Watson eftir grønlendsku útflýggingarlógini.

Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri, hevur nú svarað spurningum um Paul Watson.

Rættarnevndin hjá fólkatinginum spurdi fyri Sjúrð Skaale, fólkartingsmann, 19. desember, hví Danmark ikki útflýggjaði Japan Paul Watson.

Japan bað 30. juli í fjør um at fáa Paul Watson, sum var í varðhaldi í Nuuk.

Japan segði, at hann var sekur í tveimum tilburðum móti einum japanskum hvalaskipi við Suðurpólin í  
februar 2010.

Løgmálaráðið spurdi 27. november japonsku myndugleikarnar, um tíðin, sum Watson var í varðhaldi í Grønlandi, bleiv drigin frá einum møguligum dómi í Japan.

Løgmálaráðið sigur seg ikki hava fingið vissu fyri tí úr Japan.

Gamlir tilburðir

Tilburðirnir eru eisini eldri enn 14 ár, segði Løgmálaráðið. 

Og teir vóru heldur ikki so ógvisligir.

Við øllum tí í huga segði heildarmetingin hjá Løgmálaráðnum, at Paul Watson ikki skuldi latast Japan, sigur Peter Hummelgaard.

Avgerðin er ikki tikin, tí politiskt trýst var lagt á Danmark.

Avgerðin er tikin sambært grønlendsku útflýggingarlógini, sigur ráðharrin.

Paul Watson var í varðhaldinum í Nuuk frá 21. juli til 17. desember í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV