- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fíggjarlógin: Útreiðsluvøksturin skal minka
Fíggjarlógin: Útreiðsluvøksturin skal minka
Tøkugjaldið hjá alivinnuni verður tillagað, og Suðuroyartunnilin kemur á fíggjarlógina, sigur løgmaður

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og hini í samgonguni viðgera nú fíggjarlógaruppskotið fyri 2023.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
14.09.2022 - 13:10
Samgongan viðger í løtuni fíggjarlógaruppskotið fyri 2023.
- Tøkugjaldið hjá alivinnuni verður tillagað, og Suðuroyartunnilin kemur á fíggjarlógina, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Hann er tó varin at siga nakað ítøkiligt um fíggjarlógaruppskotið:
14092022_Bardur_1
Í gjár hava løgmaður, landsstýrismenninir og tingbólkaformenninir sitið á fundi saman at viðgera fíggjarlógaruppskotið, og fyrrapartin hevur øll samgongan verið á fundi á Hotel Føroyum.
Málið hjá løgmanni er at hava ein útreiðsluvøkstur, sum er minni enn tann í fjør, ið var var meira enn fimm prosent:
14092022_Bardur_2
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV