Ríkisveitingin minkar, tá farsóttarøkið verður yvirtikið

Ríkisveitingin minkar, tá farsóttarøkið verður yvirtikið
Hvussu ríkisveitingin skal minka, skulu Føroyar og Danmark samráðast um
Tað eru bara koppsetingarnar, sum kosta. Í ár verða tær mettar at kosta góðar átta milliónir kr. (Savnsmynd: Heilsumálaráðið)
 
08.09.2022 - 09:38

Nú farsóttarmálsøkið skal yvirtakast, fer ríkisveitingin úr Danmark ivaleyst at minka.

Tað stendur í viðmerkingunum um lógaruppskotið um yvirtøkuna.

Har stendur, at sum grundregla eigur næsta blokkstuðulsveiting at minka, tí at nú vera málsøkini “Epidemi,  vaccinationer og kønssygdomme” ikki longur við í blokkstuðulsskipanini.  

Men, hvussu ríkisveitingin skal minka, skulu Føroyar og Danmark samráðast um.

 

Koppsetingin kostar

Í nógv ár hava útreiðslurnar av farsóttarmálsøkinum verið sera lítlar, tí ongar farsóttir hava verið.  

Tað eru bara koppsetingarnar, sum kosta.

Tær kostaðu tríggjar milliónir um árið fyri koronu.

Í 2022 vera tær mettar at vera góðar átta milliónir. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 15. mars
Sending við countrytónleiki
189254
Leygardag 15. mars
Upp á tá - 140325
189245
Leygardag 15. mars
Vikan 15. mars 2025
189241
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119