Samgongufólk vilja hava tunnilsgjøldini strikað alt fyri eitt

Samgongufólk vilja hava tunnilsgjøldini strikað alt fyri eitt
Uni Rasmussen, landsstýrismaður, veit ikki at siga, um ella nær tað verður ókeypis at koyra í Vága- og Norðoyatunlinum
Tunnilsgjøldini vóru umrødd í tinginum í dag, men landsstýrismaðurin veit ikki, um ella nær tey verða tikin av.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.09.2022 - 16:12

Fleiri samgongutinglimir eru rættiliga ónøgdir um, at tað ikki er vorðið ókeypis at koyra í Vága- og Norðoyatunlinum. 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin, spurdi í dag landsstýrismannin, nær hann ætlar at strika gjaldið í Vága- og Norðoyatunlinum.

 

Uni Rasmussen, landsstýrismaður, vísti á, tunnilsgjøldini eru tann parturin av øllum samferðslupakkanum, sum ikki er settur í verk. Men hann hevur tó einki boð uppá, um um ella nær tunnilsgjøldini verða tikin av.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

07092022_Tunnilsgjold_til_net

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 15. mars
Sending við countrytónleiki
189254
Leygardag 15. mars
Upp á tá - 140325
189245
Leygardag 15. mars
Vikan 15. mars 2025
189241
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119