Fýra uppskot um nýggja tjóðleikhúsið

Fýra uppskot um nýggja tjóðleikhúsið
Einki verður alment um uppskotini, fyrr enn vinnandi uppskotið verður kunngjørt 9. september
Ætlanin er at byggja nýggja tjóðleikhúsið, har farstøðin á eystara bryggju í Havn er nú.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.08.2022 - 15:35

Fýra fyritøkur ella samtøk hava latið inn uppskot um, hvussu nýggja tjóðleikhúsið skal síggja út.

Freistin at lata inn uppskot var í gjárkvøldið kl 18.

Hvørji hesar fyritøkurnar ella samtøkini eru, er tó ikki alment enn, og verður tað heldur ikki, fyrr enn vinnandi uppskotið verður almannakunngjørt 9. september, sigur Sigurð Ó .Vang, deildarleiðari á verkætlanardeildini hjá Landsverki.

 

Sigurð Ó. Vang er verkætlanarleiðari á Landsverki. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Fimm toymi undangóðkend

Dómsnevndin, sum skal taka støðu til vinnandi uppskotið, veit heldur einki um uppskotini, fyrr enn vinnandi uppskotið verður kunngjørt 9. september.

Hóast tað ikki er alment, hvørjar fyritøkur hava latið inn uppskot til nýggja tjóðleikhúsið, so vóru fimm toymi undangóðkend.

Tey eru: Kontrast, Henning Larsen North Atlantic, MAP Arkitektar, SNA og Zeta Arkitektar saman við Brim Arkitektum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. mars
Undansending: Føroyar - Niðurlond
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035