Læra menningarlond um landgrunsrætt

Læra menningarlond um landgrunsrætt
Menningarskeið er í Tansania, og 33 fólk úr 17 londum eru við
Bjørn Kunoy er millum teirra, sum undirvísa á skeiðinum í Tansania um landgrunsrætt.
 
22.08.2022 - 09:50

Føroyar skulu læra menningarlond um landgrunsrætt.

Eitt menningarskeið byrjaði í Arusha í Tansania í gjár.

Fróðskaparsetrið, Jarðfeingi, danska GEUS og African Institute of International Law skipa fyri.

Endamálið við hesum skeiðum er at menna førleikar hjá menningarlondum í landgrunsviðurskiftum.

 

Játtan í fíggjarlógini

Játtanin í føroysku fíggjarlógini til menningarsamstarv fíggjar í høvuðsheitum skeiðini. 

Bjørn Kunoy, Martin Heinesen og Finn Mørk eru millum teirra, sum undirvísa á skeiðinum.

33 fólk úr 17 londum, tey flestu í Afrika, eru á skeiðinum í Tansania.

Hetta er triðju ferð, at slíkt skeið er í Tansania

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV