Eivind Jacobsen eigur nú R7.fo

Eivind Jacobsen eigur nú R7.fo
Byrjað verður í dag, og 1. september skal full ferð vera á heimasíðuni
Eivind Jacobsen tekur nú við heimasíðuni R7.fo
 
22.08.2022 - 09:09

R7.fo hevur fingið nýggjan eigara.

Eivind Jacobsen og Petur Jacobsen hava gjørt avtalu um, at Eivind Jacobsen tekur við heimasíðuni R7.fo

Endamálið er, at tíðindasavnið og sendingarnar, sum eru á heimasíðuni, framvegis skulu vera tøkar hjá øllum. 

Harumframt verður heimasíðan ein tíðindaportalur við regluligum tíðindum.

Heimstaðurin er í Eysturoynni. 

Byrjað verður í dag, møguliga í smáum, men 1.september skal helst verða full ferð á, siga Eivind Jacobsen og Petur Jacobsen í tíðindaskrivi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV