- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heim og skúli stuðla foreldrum í Vestmanna
Foreldrafelagið Heim og skúli stuðlar í opnum brævi til Uttanríkis- og Mentamálaráðið foreldrunum í Vestmanna, sum hava gjørt vart við støðuna í skúlanum.
Hvørki næmingar ella foreldur vita, hvat hendir í skúlanum, nú skúlaárið er byrjað.
Slík vantandi kunning og slíkt vantandi samskifti millum skúlan og aðalráðið og heimini er undir alt lágmark, siga Heim og skúli.
Felagið heitir á Uttanríkis- og Mentamálaráðið og leiðsluna í Vestmanna skúla um at kunna foreldrini um tað, sum hendir í skúlanum.
Tað er burturvið, at foreldrini í Vestmanna ikki vita meira um skúlan enn tað, tey fáa at vita í fjølmiðlunum, siga Heim og skúli, sum mæla til at gera eitt foreldraforum, har foreldrini fáa kunning um skúlan.