Gongur væl at fáa flóttafólk úr Ukraina at støðast

Gongur væl at fáa flóttafólk úr Ukraina at støðast
Útlendingastovan viðger mál um uppihaldsloyvi, og Reyða Krossur tekur sær av tí praktiska
Sigrið Zachariasen er dagligur leiðari í Reyða Krossi.
 
19.08.2022 - 15:30

54 ukrainar búgva í Føroyum eftir serlógini fyri flóttafólk. 58 hava fingið upphaldsloyvi, men fýra eru farin av landinum aftur. 

Tað var tann 24. februar, at fyrstu álopini á Ukraina vóru framd. Síðani eru 10 milliónir fólk flýdd úr heimlandinum, sambært nýggjastu tølunum hjá ST. Harumframt eru fleiri milliónir flýdd til onnur støð í egnum landi. 

Í Føroyum er tað Útlendingastovan, sum viðger mál um uppihaldsloyvi, og síðani er tað Reyði Krossur, sum tekur sær av tí praktiska.

Hoyr Sigrið Zachariasen, dagligan leiðara í Reyða Krossi, í útvarpstíðindunum:

 

19082022_-_Ukrainar_1

 

Reyði Krossur hevur stovnað eina tænastu, sum tey kalla Reyða Kross Vinir:

 

19082022_Ukrainar_i_Foroyum_2

 

Fyrstu flóttafólkini úr Ukraina komu til Føroya stutt eftir russisku innrásina. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen) 

 

Flóttafólkini búgva fyrst í móttøkuhúsi hjá Reyði Krossi, tá tey koma til landið. Har fáa flóttafólkini hjálp til at útvega sær persónsnummar, bankakontu og annað. Seinni flyta tey í hús ella íbúð, sum Reyði Krossur fær í lag.

Meginreglan er, at uppihaldsloyvið er galdandi til 17.mars 2024, tá serlógin um uppihaldsloyvi fer úr gildi aftur.

Útlendingastovan sigur, at avgreiðslutíðin í málum eftir serlógini hevur verið stutt, tríggjar til fimm dagar í miðal.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV