Hetta varð sagt um Tórsgøtu

Hetta varð sagt um Tórsgøtu
Dokumentatión: Eftir alt kjakið um hvat Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, segði ella ikki í Degi og viku fríggjakvøldið, leggja vit alt brotið út her
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, í Degi og viku fríggjakvøldið
Mynd: Bárður Veihe  
 
25.07.2022 - 13:55

Fríggjadagin viðgjørdi Dagur og vika ætlanirnar hjá Tórshavnar Býráð um miðbýin í Havn. Í tí sambandi gjørdu vit eina samrøðu við Heðin Mortensen, borgarstjóra. Útgangsstøðið var tann sonevnda handilsgøtan, Dr. Jacobsensgøta, har vit fyrr um dagin høvdu verið ein túr við Albert Isfeldt, arkitekti.

Men Heðin Mortensen fer av sínum eintingum at tosa um m.a. Tórsgøtu, sum er mentanargøtan í býnum. Hann nevnir bygningar, sum kommunan eigur og ætlar at selja. Seinni hevur Heðin Mortensen líkasum lagt journalistin undir at misskilja tað hann segði, ella klipt saman so tað passar inn í eina góða søgu.

Í lesarabrævi skrivar Heðin Mortensen m.a.: "Hvussu nakar kann ímynda sær, at vit fóru at selja t.d. Reinsaríið, gongur yvir alt vanligt vit og skil. Eg vísti á, at kommunan átti hesar bygningar, men tað mátti verið sjálvsagt, at tað eru aðrir av okkara bygningum, sum skulu seljast. Í Tórsgøtu og aðrastaðni í grannalagnum."

Fyri at eingin ivi skal vera um nakað, leggja vit her tað óredigeraða brotið út.

220726_HEDIN_TORSGOTA

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (3:3)
189274
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (2:3)
189272
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (1:3)
189271
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226

Annað frá KVF