- Tíðindi, mentan og ítróttur
U18-manslandsliðið spælir tveir dystir
U18-manslandsliðið spælir tveir dystir
Í dag og í morgin verða tveir landsdystir spældir í Hoyvíkshøllini, báðar dagar klokkan trý
23.07.2022 - 13:40
Tað eru U18-manslandsliðini í hondbólti hjá Føroyum og Íslandi, sum møtast, og eru hetta fyrireikingardystir til komandi EM-endaspælið, sum verður í næsta mánaði.
Føroysku U18-menninir eru í EM-endaspælinum í bólki saman við Svøríki, Spania og Fraklandi. EM-endaspælið verður í Montenegro frá 4. til 14. august.
Hondbóltssambandið boðar frá, at tað er ókeypis at koma í Hoyvíkshøllina at síggja landsdystirnar, ið eisini verða stroymdir á live.hsf.fo.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV