Vit fara til HM!

Vit fara til HM!
Stórsigur í Føroyum og tap í Litava hava við sær, at vit Føroyar samanlagt vinna við 9 málum.
13.04.2025 - 16:49

Skrivað hevur: Bárður Skorheim Guttesen

Hamskift litaviskt lið.
Litavska liðið var sum hamskift samanborið við fyrra dystin.
Dysturin endaði 30-29 til Litava eftir hálvleiksstøðuna 14-11, og serliga í fyrra hálvleiki hevði Litava yvirvág.
Litavska verjan stóð væl hægri á vøllinum, og tað órógvaði av álvara føroyska álopsspælið.

 

7 ímóti 6 riggar.
Ímóti endanum av fyrra hálvleiki skifti Føroyar til 7 ímóti 6 álopsspæl.
Tað riggaði avbera væl, og miðskeiðis í seinna hálvleiki komu Føroyar á odda.
Føroyar skiftu nógv út ímóti endanum, samstundis sum at nógvar útvísingar fullu til Føroyska liðið.
Í tveimum umførum vardu Føroyar við bert 4 leikarum, og tískil slapp Litava inn aftur í dystin og megnaði at vinna.
Í stóru myndini hevur tapið tó einki at siga, tí føroysku hondbóltskvinnurnar skulu til HM í vetur.

 

Hagtøl frá dystinum:
Lív og Anna Elisabeth eru toppskjúttar við 5 málum.
Maria og Jana skoraðu 4 mál.
Rannvá og Pernille skoraðu 3 mál.
Elsa skoraði 2 mál.
Lív og Karin skoraðu 1 mál.
Rakul bjargaði 37,17% av skotroyndunum og skoraði eitt mál.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859