Nykredit strikar negativu rentuna

Nykredit strikar negativu rentuna
Avgerðin um at strika negativu rentuna kemur í kjalarvørrinum á rentubroytingum hjá Jyske Bank, Nordea og Danske Bank
Negativa renta verður strikað í Nykredit
Mynd: Kredit  
 
22.07.2022 - 10:20

Danski bankin Nordea strikar nú negativu rentuna.

Bankin strikar negativu rentuna hjá teimum kundunum, sum hava meira enn 100.000 krónur á bók í bankanum.

Tað sigur Nordea í einum tíðindaskrivi í morgun.

 

Rentan hækkar

Avgerðin um at strika negativu rentuna kemur í kjalarvørrinum á rentubroytingum hjá Jyske Bank, Nordea og Danske Bank.

Teir tríggir bankarnir søgdu í gjár, at rentan hækkar eftir at Tjóðbankin hevur avgjørt at hækka sína rentu.

Bankarnir fara tó framvegis at krevja negativa rentu á øllum innlánum hjá privatfólki. Tann rentan hevur verið 0,7 prosent, og hon lækkar nú niður í 0,2 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV