- Tíðindi, mentan og ítróttur
Menn sita í 60 prosent av øllum almennum nevdarsessum
Hóast javnstøðulógin, sum kom í 1994, sigur, at umleið eins nógvir menn og kvinnur skulu vera í almennum nevndum, ráðum og øðrum, sum fyrisitingarvaldið útnevnir, er framvegis nakað á mál.
Í einum yvirliti á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni sæst, at menninir eru 461 og kvinnurnar 285 í almennu nevndunum.
Menninir eiga tí 61,8 prosent av sessunum og kvinnurnar 38,2 prosent.
Yvirlitið er dagført 6. juli.
Yvirlitið sæst millum annað á vp.fo.
Ymiskt kynsbýti
Ógvuliga ymiskt er, hvussu kynsbýtið er hjá aðalráðunum.
Í so máta stendur best til hjá Almannamálaráðnum. Har eru 51,6 prosent menn og 48,4 prosent kvinnur, 33 menn og 31 kvinnur.
Hjá Fiskimálaráðnum eru 79,2 prosent menn og 20,8 prosent kvinnur, 19 menn og fimm kvinnur.
Undantaksloyvi kann gevast
Tá serligar grundir eru fyri tí kann Javnstøðunevndin, sambært javnstøðulógini, geva undantaksloyvi.
Á heimasíðuni hjá løgmanni, lms.fo, eru nógvar upplýsingar og nógv tøl um kynsbýtið í almennum nevndum, ráðum og stýrum.