Lægri prísvøkstur í Føroyum enn í grannalondunum

Lægri prísvøkstur í Føroyum enn í grannalondunum
Brúkaraprístalið í Føroyum er seinasta árið vaksið 7,3 prosent, men í grannalondunum hevur prísvøksturin seinasta árið verið størri
Prísvøksturin í Føroyum hevur verið eitt vet lægri enn í grannalondunum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.07.2022 - 10:36

Prísvøksturin í Føroyum er eitt vet minni enn í grannalondunum, hóast prísvøksturin her heima er hin størsti í 14 ár.

Brúkaraprístalið í Føroyum er seinasta árið vaksið 7,3 prosent, men í grannalondunum hevur prísvøksturin seinasta árið verið størri.

Í Danmark er prísvøksturin 7,4 prosent, í Noregi 7,5, í Íslandi og Finnlandi 7,6 prosent og í Svøríki er vøksturin 7,7 prosent.

Sostatt er prísvøksturin í Føroyum seinasta árið heldur minni enn í nøkrum av grannalondunum hjá okkum, sigur Hagstovan.

 

Russiska innrásin orsøkin

HICP-indeksið, ið sigur nakað um prísvøksturin, var 7,8 prosent hjá ES-londunum hetta seinasta árið.

Tá korona rakti fyri tveimum árum síðan var minni vøkstur í brúkaraprísunum, men meginpartin av 2021 vuksu brúkaraprísirnir aftur í flestum londum.

Eftir russisku innrásina í Ukraina vísa uppgerðirnar av brúkaraprístalinum í Føroyum eins og aðrastaðni í Evropa nú metstóran vøkstur.

Vit skulu aftur til tíðina beint undan fíggjarkreppuni fyri umleið 14 árum síðan fyri at síggja líknandi stóran árligan vøkstur í brúkaraprístalinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109