Bensinið eitt vet bíligari

Bensinið eitt vet bíligari
Ein litur av bensini kostar nú 14,16 krónur fyri liturin, og so bíligt hevur bensinið í Føroyum ikki verið í útivið tveir mánaðir.
Tað er eitt lítið sindur bíligari at fylla sær tanga aftur
Mynd: Savnsmynd  
 
19.07.2022 - 10:08

Bensinið dýrkaði øgiliga nógv, tá Russland gjørdi innrás í Ukraina. 

Men bensinið í Føroyum er nú blivið eitt sindur bíligari.

Ein litur av bensini kostar nú 14,16 krónur fyri liturin, og so bíligt hevur bensinið í Føroyum ikki verið í útivið tveir mánaðir.

 

Omanfyri 15 krónur

Bensinið kostaði 14,29 krónur fyri liturin síðst í mai, og prísurin hevur síðani tá ligið omanfyri 15 krónur fyri liturin í fleiri umførum.

Diesel til bilar er ikki blivið líka so bíligt uppá seg, sum bensinið er blivið.

Ein litur av dieselolju til bilar kostar nú 13,11 krónur fyri liturin, og hon kostaði síðst í mai 12,61 krónur fyri liturin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109