Menn fáa framvegis meira útgoldið í løn enn kvinnur

Menn fáa framvegis meira útgoldið í løn enn kvinnur
Í juni í ár vórðu 947 milliónir krónur útgoldnar í lønum. Av teimum fingu menninir útgoldið 576 milliónir krónur og kvinnurnar 371 milliónir krónur
Menn fingu útgoldið 61 prosent av lønunum í juni og kvinnurnar fingu útgoldið 39 prosent av lønunum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.07.2022 - 08:25

Menn í Føroyum fáa framvegis útgoldið væl meira í lønum enn kvinnurnar fáa.

Í juni í ár vórðu 947 milliónir krónur útgoldnar í lønum, 79 milliónir krónur meira enn juni í fjør.

Av teimum 947 milliónunum, sum vórðu útgoldnar í juni, fingu menninir útgoldið 576 milliónir krónur og kvinnurnar 371 milliónir.

Hetta svarar til, at menn fingu útgoldið 61 prosent av lønunum í juni og kvinnurnar fingu útgoldið 39 prosent av lønunum.

Tá ið korona kom í 2020, kom stígur í vøksturin í lønargjaldingunum hjá monnunum.

Hjá kvinnunum minkaði vøksturin, men vøksturin steðgaði kortini ikki upp, sum hjá monnunum, sigur Hagstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109