- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grindamannafelagið tekur ikki undir við bráðfeingis banni fyri grindadrápi
Fiskimálaráðið ætlar at broyta grindakunngerðina, soleiðis at sýslumenn skulu kunna lýsa bráðfeingis bann fyri grindadrápi í ávísari hvalvág í upp í tríggjar mánaðir, um nóg mikið av grind er í grindaumdøminum, sum hoyrir til hvalvágna.
Uppskotið um broytingarnar í grindakunngerðini er til hoyringar. Hoyringarfreistin er úti í dag.
Men Grindamannafelagið tekur ikki undir við broytingini, sum hon er orðað í løtuni.
Fáa høvi at skifta grind áðrenn bann
Grindamannafelagið heldur, at onnur grindaumdømi skulu fáa høvi at biðja um at skifta grind úr avvarðandi grindaumdømi, áðrenn bráðfeingis bannið at drepa grind verður ásett.
Í síni viðmerking til broytingina í Grindakunngerðini, skrivar Grindamannafelagið, at tað eigur at vera staðfest, at:
"Bannið verður ikki ásett, uttan at onnur grindaumdømi hava fingið høvi at seta fram ynski um at skifta grind úr avvarðandi grindaumdømi, sambært § 37."
Suðuroyggin er serlig
Grindamannafelagið ger eisini vart við, at tað er ikki rætt at brúka teinin millum Suðuroynna og restina av landinum sum próvførslu fyri broytingini.
"Tað er gott samband í millum flest onnur grindaumdømi í landinum, og tískil eigur teinurin millum Suðuroynna og restina av landinum ikki at verða avgerandi fyri, at onnur grindaumdømi hava havt møguleikan at gjørt avtalu sínámillum um grindabýti, áðrenn eitt bann verður lýst," skrivar Grindamannafelagið á síni Facebook-síðu.
"Vanliga er grindabýti í Suðuroy eisini serstakt við, at øll í oynni fáa part, sjálvt um tú ikki hevur biðið um hann ella hevur luttikið í sjálvari grindini. Hetta serstaka býtið kann eisini verða ein orsøk til, at tað ikki verður tikið upp, tá tað er nokk av grind til."
Eisini lýsast á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum
Grindamannafelagið heldur eisini, at eitt bráðfeingis bann skal bæði lýsast í Kringvarpi Føroya og á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum,.
"Við at lýsa á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum røkkur lýsingin longur út."