G!: Lena Anderssen hugtók á Sandinum

G!: Lena Anderssen hugtók á Sandinum
Lena Anderssen hevur spælt nógvar góðar konsertir á G!-festivalinum, men sjáldan hevur hon hugtikið eins og hon gjørdi í sólini á Gøtusand í dag
Lena Anderssen og Niclas Johannesen eru par í tónleikinum og lívinum, og tey vóru enn einaferð fantastisk í dýrdarveðrinum á G!
 
15.07.2022 - 20:10

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Sólin skein oman og niðan, tá Lena Anderssen spældi fyrstu konsertina á stóra pallin á Sandinum fyri løtu síðani. 

Væl skrivaðu tekstirnir og tónarnir hjá Lenu Anderssen og Niclasi Johannesen raktu heilt rætta huglagið á Sandinum, sum var sveipaður inn í tað vakrasta summaveðrið, ið ein kundi ynskja sær. 

Sólin kom sum ein frælsandi eingil til G! og Gøtusand, og fólk lógu ikki sjóvarfallið av sær.

Fólk ráhugnaðu sær, meðan tey løgdu oyru til nakrar av bestu sangunum, sum Lena hevur útgivið, síðani hon debuteraði við "Long Distance" í 1998. Her er tað Lea Kampmann og vinfólk, ið njóta løtuna. 

Fimm plátur eru tað blivin til hjá Lenu og Niclasi, og nakrir av bestu sangunum blivu framførdir við sera tryggari hond av Niclasi og bólkinum hjá Lenu.  

Tónleikurin hjá Lenu rakar breitt, og tað bar Sandurin brá av. Lítla Sólja og mamman Gunnvá vóru eisini og lurtaðu. 

Harra Bass, Johannus á Rógvu Joensen, legði botnin undir frálíku konsertini hjá Lenu. 

Sandurin kókaði á ymiskan hátt, meðan Lena framførdi. Nakrir dreingir samantvinnaðu konsertina við eitt sindur av strandarflogbólti. 

G! eru lív og litir og litrík fólk. Siri Súsonnudóttir Hansen og hennara harkalið feva alt, ið G! eisini snýr seg um. G! er ein veitsla. 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823