- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kom í G! hýr
G! festivalurin 2022 er nakað serligt. Tað er fyrstu ferð í tvey ár, at tað er gjørligt at sleppa á G! orsakað av koronafarsóttini.
G! varð fyrstu ferð fyriskipaður í 2002, og øll árini fram til 2020 var skipað fyri festivalinum í Syðrugøtu, ið er tónleikahátíð Føroya.
Í gjár fluttu tey ungu inn á G! tjaldingarøkið.
>>Sí myndareportasjuna hjá Bjarna Árting Rubeksen.
Aftur í ár verða ein rúgvu av áhugaverdum og spennandi útlendskum tónlistanøvnum at hoyra, og tey koma úr øllum heraðshornum. Men G! bjóðar eisini altíð áhoyrarunum alt tað besta, ið føroyski tónleikapallurin hevur at bjóða.
Sendingin LEITISSTEIN spældi týskvøldið nakað av tí tónleiki, ið verður at hoyra á G! í ár.
G! dokumentarurin
Í 2017 gjørdi Kringvarp Føroya eisini ein dokumentarfilm um G! festivalin. Hetta árið var danska Mø høvuðsnavnið, og í dokumentarinum "Millum himmal og helviti" verður fylgt við fyriskiparum, gøtufólki og festivalgestum, sum saman skapa serliga G!-huglagið.
G! skráin
Næstu dagarnar verður hópin av alskyns tónleiki at hoyra á Sandinum, á Spæliplássinum og í Grundini í vøkru Syðrugøtu.
Í kvøld er amerikanska countrystjørnan Carlene Carter, ið er dóttir June Carter Cash og Carl Smith, høvuðsnavn saman við føroyska Marius og donsku Tessu. Hóskvøldið er eisini stórt tungmálmskvøld í Grundini, har SIC spælir eina seinastu ferð til heiðurs fyri oddamanninum Mikkjal Gaard Hansen, sála.
Fríggjakvøldið eru tað svenski José Gonzalez, íslendska Daði Freyr og belgisku Sons, ið eru høvuðsnøvnini á Sandinum.
Leygardagurin á G! bjóðar upp á føroysku Eivør og Teitur, íslendska Ásgeir og Jillionair.