G!: Síðsta, sorgblíða SIC-konsertin

G!: Síðsta, sorgblíða SIC-konsertin
Nógv fólk møttu upp til síðstu konsertina hjá tungmálmsbólkinum SIC. Konsertin var ein kvøða til falna oddamannin í SIC, Mikkjal Gaard Hansen, ið tók seg av døgum í fjør
Tað var ein rørandi løta, tá SIC framførdi síðstu ferð til heiðurs fyri falna oddamannin Mikkjal Gaard Hansen. Á odda fyri SIC stóð sonur Mikkjal Gaard Hansen, hin blaðungi Bartal G. Simonsen.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.07.2022 - 21:23

"Takk fyri Mikkjal, takk fyri Bartal, takk fyri SIC," staðfesti Ragnar Davidsen úr Swangah, tá hann fór av pallinum.

Ragnar hevði verið gestasangari á SIC-konsertini í Grundini á G!, og onkursvegna rakti Ragnar løtuna beint á høvdið. 

Í fjør tók oddamaðurin í SIC, Mikkjal Gaard Hansen, seg av døgum. Mikkjal var fremsti tungmálmssangarin og tungmálmstónlistamaðurin í landinum. Tað størsta talentið, ið vit hava átt innan sjangruna. 

Alt, ið Mikkjal tókst við tónlistarliga, var gott. 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Bólkur hansara, SIC, valdi at spæla eina síðstu konsert á G! festivalinum, fyri at heiðra vinmannin og sterka oddamannin.

Á odda fyri SIC stóð sonur Mikkjal Gaard Hansen, hin blaðungi Bartal G. Simonsen. 

Ungi Bartal vísti, at tað sanniliga eisini er knotur í honum sum sangara og grovlara. 

Grundin í Syðrugøtu var kanska ov lítil pallur til serligu, sorgblíðu konsertina. Men eisini ov lítil til stóra ljóðið hjá SIC, ið tíverri ikki ordiliga kom til sín rætt. 

Men SIC spældi, bólkinum so líkt, væl, og tað er syrgiligt at hugsa um, at vit ongantíð fara at hoyra SIC aftur. Tað ráddi um at njóta løtuna, og taka alt inn. 

"Spælið bara víðari," lá frammalaga í huganum, meðan SIC spældi, tí Bartal vísti, hóast sín unga aldur, so hevur hann evnini at standa á odda fyri einum bólki. 

Konsertin í Grundini á G! var ein serlig konsert. Hon var kanska ikki tað mest virðiliga punktummið, ið SIC kundi fingið. Men teir vóru har, SIC-limirnir, Eddie, Frans, Gudmar og Magnus, og andin hjá Mikkjali Gaard Hansen var sanniliga eisini har. Vit føldu øll hansara nærveru. 

Í síðsta enda snúði tað seg eisini um at feira lívið, tónleikin og SIC, og tað gjørdi konsertin í Grundini.

Takk fyri alt, Mikkjal Gaard Hansen. Tú verður ikki gloymdur, og tað verður tín tónleikur heldur ikki.

Farvæl. 
 

*Greinin er skrivað við samtykki frá teimum nærmastu, harundir konu Mikkjals. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109