Suðuroyartunnilin má á skránna

Suðuroyartunnilin má á skránna
Erhard Joensen, løgtingsmaður og formaður í fíggjarnevndini, heldur, at samgongan manglar politiska viljan at fremja ætlanirnar um Suðuroyartunnilin.
Erhard Joensen, løgtingsmaður og formaður í fíggjarnevndini.
 
12.07.2022 - 14:06
1538371

 

Seinastu 35 árini er fólkatalið í Suðuroynni minkað við 20 prosentum svarandi til, at nærum øll Vágs bygd var burtur. Hetta samstundis sum fólkatalið í Føroyum er vaksið við sløkum 19 prosentum.

Tað hevur fingið kommunustjóran í Tvøroyrar kommunu, Fróða Mortensen, at rópa varskó. Hann heldur, at Suðuroyartunnilin eigur at fáa allarhægstu raðfesting, um niðurbræðingin av Suðuroynni skal steðga.

Fá arbeiðspláss og stór frástøða

Erhard Joensen er løgtingsmaður og formaður í fíggjarnevndini, og so er hann eisini suðuroyingur. Sambært honum eru tað tvinnar orsøkir til, at fólkatalið í Suðuroynni minkar. 

- Í fyrstu atløgu er talan um starvsmøguleikar. Tað eru fá arbeiðspláss til fólk við útbúgving í Suðuroy, sigur Erhard Joensen. Fyrisitingin liggur í meginøkinum, og flestu háløntu størvini finnast í meginøkinum, sigur hann.

- Harafturat kemur so, at frástøðan er so stór. Tað ber, sum nú er, ikki til at búgva í Suðuroy og arbeiða norðanfyri, sigur Erhard Joensen. 

Suðuroyartunnilin má á skránna

- Suðuroyartunnilin má setast á skránna. Og soleiðis, sum eg síggi tað beint nú, so er tað langt vekk. Ætlanin fyri fýra árum síðani var, at tað tá skuldi vera koyrandi til Suðuroyar um 10 ár, og í dag sær tað ikki út til, at tað verður koyrandi til Suðuroyar um 10 ár, sigur Erhard Joensen, formaður í fíggjarnevndini.

Sambært Erhardi Joensen er politiski viljin ikki til staðar at fara undir Suðuroyartunnilin. Og tað er ein fortreyt, um Suðuroyggin skal merkja fólkavøksturin eins og restina av landinum, heldur hann.

- Eg merki ikki sterka viljan til tað. Fíggjarmálaráðið, sum umsitur økið, má bera hesa verkætlanina og vísa viljan, sigur Erhard Joensen, sum eisini sigur seg ætla at seta sín dám á fíggjarlógina fyri komandi ár.

Verklagslógin er á veg

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Uni Rasmussen, sigur, at ætlanin er at koma við einari verklagslóg í heyst um at fyrireika Suðuroyartunnilin.

Og sambært honum eru nakrar milliónir settar av til at byrja arbeiðið í heyst. 

- Meiningin er at koma við einari verklagslóg í heyst, soleiðis at tá projekteringin er gjørd, so vita vit meira nágreiniliga, hvussu nógv tunnilin kostar, sigur Uni Rasmussen. 

Hann vísir samstundis á, at politiski viljin er til staðar. Og suðuroyingar kunnu tí síggja fram til, at tað verður koyrandi millum Suðuroynna og restina av landinum.

- Tað vísir seg at vera breið semja um hesa verklagslógina. Og eg havi rímiliga gott mót um, at tað ein dagin verður koyrandi til Suðuroynna, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sum tó ikki veit at siga nágreiniliga, nær arbeiðið byrjar. 

1538380
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. desember
Mono 4. sending
184660
Mikudag 4. desember
Góðan morgun Føroyar
184631
Mikudag 4. desember
Morgunlestur mikudagur 4. desember 2024
183616
Týsdag 3. desember
LEITISSTEIN 03.12.2024 (Jólasoul)
184618
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184615
Týsdag 3. desember
Veðrið
184604
Mánadag 2. desember
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184551
Mánadag 2. desember
3-2 (2. desember 2024)
184550
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482