Fimm føroyskir tónleikarar á Iceland Airwaves

Fimm føroyskir tónleikarar á Iceland Airwaves
Tá ársins Iceland Airwaves fer av bakkastokki í november í ár, verður tað við fimm føroyskum tónleikarum á skránni.
 
29.06.2022 - 11:48

Iceland Airwaves er ein væl umtóktur vinnu- og tónleikafestivalur í Reykjavík í Íslandi. Áður hava tónleikarar sum Florence and the Machine, Fatboy Slim, Sigur Rós, Of Monsters And Men, Aurora, Haim, Highasakite, Robyn, Björk, Vampire Weekend og mong onnur spælt á festivalinum.

Fyri løtuni síðani kunngjørdi festivalurin, at fimm føroyskir tónleikarar fara at framføra á ársins tónleikafestivali.

Talan er um Marius DC, Kóboykex, Janus Rasmussen, Brimheim and Guðrið Hansdóttir. 

Glenn Larsen, leiðari á FMX (Faroese Music Export), fegnast um tíðindini.

- Vit gleða okkum stórliga um, at hesir fimm føroyski tónleikararnir eru kunngjørdir at spæla á Iceland Airwaves. Føroyski tónleikapallurin er í góðum ráki, og fleiri forvitnislig tíðindi eru í væntu, sigur hann í tíðindaskrivi. 

Bókingarstjórin hjá Iceland Airwaves, Sindri Ástmarsson, hevur fylgt væl við føroysku tónleikaverðini. Og eisini hann fegnast.  

- Ein av okkara yndisfestivalum í verðini er G!-festivalurin. Vit gleða okkum at bjóða nábúgvum okkara vælkomnum á Iceland Airwaves seinni í ár, soleiðis at gestirnir hjá okkum kunnu fáa ein brellbita av føroysku tónleikaverðini, sigur hann í tíðindaskrivi. 

Iceland Airwaves verður í Reykjavík frá 3.-5. november í ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Sunnudag 26. januar
Møti: Møti úr Vitinum í Hvalba
186890
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
186874
Sunnudag 26. januar
Bolero - 26. januar 2025
186872
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636