80-90 hvalir lagt beinini á Sandi

80-90 hvalir lagt beinini á Sandi
Grindin, sum fólk í Skúvoy sóu í morgun, varð hildin til á Sandi stutt eftir middag
 
29.06.2022 - 13:49

Ein grind, sum fólk í Skúvoy sóu fyrrapartin, varð á døgurða hildin til á Sandi. Allir hvalirnir eru ikki taldir enn, men grindin verður mett til 80 - 90 hvalir.

Drápið gekk skjótt og væl, sigur vakthavandi á Politistøðini í Havn. Einki sást til útlendsk mótmælisfólk á sandinum.

Tað var um tíggjutíðina, at fólk í Skúvoy sóu grindina, og klokkan 12:35 varð grindin hildin til á Sandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119