- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stóra hollendska størnan er við

Stóra hollendska hondbóltsstjørnan, Luc Steins, er á leikaralistanum til EM-undankappingardystin ímóti Føroyum í dag.
PSG-spælskiparin spældi ikki, tá Leivur Mortensen tryggjaði Føroyum javnleik ímóti Hollandi við Tjarnir mikukvøldið, men sannlíkt er, at hann verður at síggja á vøllinum í Almere.
Hvussu nógv hann er førur fyri at spæla, er ikki vist.
- Spælið hjá Niðurlondum broytist dramatiskt, tá tað nú sær út til, at Steins spælir. Tað er serliga viðvíkjandi ógvuliga høgari ferð og við nógvum flottum krossingum. Tað verður minni einfalt enn í Føroyum, og vit fáa nóg mikið at taka okkkum av, segði venjarin hjá Føroyum, Peter Bredsdorff-Larsen, við portal.fo.
Dysturin byrjar klokkan 14.00, og sjónvarpið hjá Kringvarpinum byrjar at senda klokkan 13.30.