Starvsfólk fáa lut í lønarhækkingum í framtíðini

Starvsfólk fáa lut í lønarhækkingum í framtíðini
Fasti Gerðarrættur hevur gjørt úrskurð í trætu millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið um starvsfólk í Familjufyrisitingini
Trætan um starvsfólk í Familjufyrisitingini hevur verið í Fasta Gerðarrættinum tvær ferðir.
Mynd: Starvsfelagið  
 
15.06.2022 - 10:20

Fasti Gerðarættur hevur gjørt úrskurð í tulkingartrætu millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið um lønarviðurskiftini hjá fýra starvsfólkum, sum vóru flutt frá Ríkisumboðnum til Familjufyrisitingina.

Hetta hendi, tá ið málsøkið varð yvirtikið í 2018. 

Úrskurðurin merkir, at starvsfólkini kortini fáa lut í lønarhækkingum, sum vera í framtíðar sáttmálsemjum, skrivar Starvsfelagið í tíðindaskrivi. 

- Talan er um prinsippmál, sum hevur staðfest, at tað er rætturin og ikki arbeiðsgevarin, sum eigur seinasta orðið í ósemjum um lønarflokkingar, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum:

 

1533576


Málið um yvirtiknu starvsfólkini í Familjufyrisitingini hevur verið í Fasta Gerðarrætti á tvær ferðir, hesaferð sum tulkingarmál. 

Fyrru ferð var í fjør, tá ið Fíggjarmálaráðið fekk viðhald í, at ósemjan um lønina hjá starvsfólkunum var ein træta, sum skuldi loysast í rættinum.

Úrskurðurin merkir, at starvsfólkini fáa somu lønhækking, og við afturvirkandi gildi:

 

1533578

 


Súni Selfoss er formaður í Starvsfelagnum.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109