- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skriva undir avtaluna um radaran fyrrapartin
Skriva undir avtaluna um radaran fyrrapartin
Jenis av Rana, landsstýrismaður, og Morten Bødskov, verjumálaráðharri, skriva undir

Nú er greitt at skriva undir avtaluna um nýggja lofteftirlitsradaran.
09.06.2022 - 08:34
Stutt eftir klokkan tíggju í dag verður semja um fortreytirnar fyri at seta upp lofteftirlitsradara í Føroyum undirskrivað í Tinganesi.
Jenis av Rana, landsstýrismaður, og Morten Bødskov, verjumálaráðharri, skriva undir.
Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, hevði tíðliga í gjárkvøldið ikki fingið nakað svar frá Uttanlandsnevndini hjá løgtinginum um radaran.
Formaðurin í Uttanlandsnevndini, Bill Justinussen, hevði annars givið nevndarlimunum freist til á middegi í gjár at koma við sínum viðmerkingum.
Síðani skuldi svarini sendast landsstýrismanninum í uttanríkismálum seinnapartin.
Ráðførsla um radaran var í Uttanlandsnevndini týsdagin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV