Dagbøtur fyri blúnisbrot

Dagbøtur fyri blúnisbrot
Maðurin var ákærdur og dømdur fyri at senda einari kvinnu eina mynd av kynsgøgnunum hjá sær
Maðurin játtaði seg sekan og tók við dóminum.
 
16.05.2022 - 10:38

Í síðstu viku dømdi Føroya rættur ein mann miðskeiðis í sekstiárunum seks dagbøtur, sum eru 500 krónur hvør, fyri blúnisbrot.

Maðurin var ákærdur og dømdur fyri at senda einari kvinnu eina mynd av kynsgøgnunum hjá sær.

Tað er, sambært revsilógini, revsivert, um tann, sum fær myndina, ikki hevur biðið um hana.

Maðurin játtaði seg sekan og tók við dóminum.

Dagbøtur eru vanliga revsingin fyri revsilógarbrot sum hetta. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823