Inflatiónin rakar serliga smáar inntøkur

Inflatiónin rakar serliga smáar inntøkur
Borgarin fær minni fyri lønina, og eftirspurningurin eftir vørum og tænastum kann minka
Inflatiónin rakar øll, men serliga húsarhald, har inntøkan er lítil, sigur Landsbankin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.05.2022 - 11:16

Inflatiónin hækkar nú aftur. 

Brúkaraprístalið, ið er eitt mát fyri inflatiónina, er vaksið við 4,4%, frá fyrsta ársfjórðingi í fjør til fyrsta ársfjórðing í ár.

Inflatiónin hækkar eisini í øðrum londum. Serliga eru prísirnir á orku, t.e. olju og gassi, hækkaðir nógv, men eisini matvørur, klæðir og samskifti eru vorðin dýrari.

Hækkandi prísir, inflatión, merkir, at borgarin fær minni fyri sína løn, sum aftur ger, at vinnan kann fara at merkja minni eftirspurning eftir vørum og tænastum. At prísstigið hækkar, rakar øll, men harðast tey húsarhald, har inntøkan er lítil, skrivar Landsbankin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109