- Tíðindi, mentan og ítróttur
BankNordik 48 milliónir í avlopi eftir skatt
BankNordik 48 milliónir í avlopi eftir skatt
Bankin væntar, at úrslitið í ár verður nærri 160 enn 130 milliónum kr.
28.04.2022 - 08:21
Fyrsti ársfjórðingur var góður hjá BankNordik-samtakinum.
Grundraksturin batnaði 30 prosent, og úrslitið eftir skatt gjørdist 48 milliónur krónur.
Úrslitið fyri skatt var 60 milliónur krónur.
Í fyrsta ársfjórðingi í fjør var úrslitið 117 milliónur krónur, men tá stavaðu 77 milliónir krónur frá stakinntøkum
BankNordik hevur áður boðað frá, at nettoúrslitið í ár væntandi verður millum 130 og 160 milliónur krónur.
Eftir góða roknskaparúrslitið í fyrsta ársfjórðingi, verður ársúrslitið sambært bankanum væntandi nærri 160 enn 130 milliónum krónum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV