- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgmaður vitjar í Reykjavík og London

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, fer at halda flaggdagsrøðu í Reykjavík, flaggdagin 25. apríl. Tað boðar løgmansskrivstovan frá.
Tiltakið verður hildið á føroysku sendistovuni, og íslendski forsetin, Guðni Th. Jóhannesson, heldur eisini røðu á tiltakinum
Dagin eftir, týsdagin 26. apríl, skal løgmaður hitta Katrína Jakobsdóttir, íslendska forsætisráðharran, har tey m.a. fara at umrøða avleiðingar av krígnum í Ukraina, bæði í mun til vinnu og búskap, men eisini flóttafólk.
Mikudagin 27. apríl er løgmaður í London, har hann skal hitta limir í Føroyanevndini í bretska undirhúsinum.
Um kvøldið skipar Sendistova Føroya í London fyri serligum flaggsdagshaldi, har dentur verður lagdur á bretsku hersetingina í Føroyum undir 2. heimsbardaga. Flaggdagshaldið verður hildið í serligu hølunum, Churchill War Rooms.