Vit fáa nóg mikið av matvørum

Vit fáa nóg mikið av matvørum
Matvørutrygdin er í lagi, hóast kríggj er í Ukraina, sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður
Matvøruprísurin er hækkaður, men eingi stig verða tikin í løtuni, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.04.2022 - 08:23

- Veitingarkervið er í lagi, og vit fáa fatur á matvørum, sum tørvur er á í Føroyum.

Tað sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, í svari til Beintu Løwe, tingkvinnu fyri Tjóðveldi.

Hon spyr í grein 52 fyrispurningi, hvat verður gjørt við matvørutrygd í Føroyum, nú kríggj er í Ukraina, og nú matvørur eru vorðnar dýrari at keypa.

- Prísurin á matvørum er hækkaður kring allan heim, eisini í Føroyum, og tað kann gerast tyngjandi útreiðsla hjá summum, men eingi stig verða tikin hesum viðvíkjandi í løtuni, sigur Magnus Rasmussen.

 

Sjógvurin er álitið

Beinta Løwe vildi eisini vita, um ætlanir eru at menna føroyska landbúnaðin, so bøndur kunnu framleiða uppaftur fleiri matvørur til føroyska marknaðin.

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, svarar, at sjógvurin verður álitið, um tað fer at sansa at við matvørum. 

- So leingi sum fólk halda fram við at keypa á vanligan hátt uttan at leggja inn undir seg, er nóg mikið til øll. Landbúnaðarframleiðsan er eisini týðandi partur, tá ið ræður um at framleiða egnar matvørur, men hon er ikki nóg stór til, at vit kunnu seta alt álit á hana.

- Landbúnaðarpolitikkurin, sum sjøtul er settur á, fer at eggja vinnuni til at vaksa um framleiðsluna á ymsum økjum, sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, í svari til Beintu Løwe.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. mars
RagnarRokk: Simon Michael um Post Mortem
189180
Fríggjadag 14. mars
Breddin: Grønlendsk valbumba
189178
Fríggjadag 14. mars
Morgunlestur fríggjadagur 14. mars 2025
188901
Hósdag 13. mars
RagnarRokk 13.mars 2024
187290
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035