- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú verður farið undir Húsarhaldsskúlan
Nú verður farið undir Húsarhaldsskúlan
Jenis av Rana, landsstýrismaður, sigur, at arbeiðið er komið í drag, men væntandi byrjar arbeiðið um fáar vikur

Húsarhaldsskúlin í Klaksvík hevur bíðað leingi eftir nýggjum hølum, men nú er líkt til, at farið verður undir nýggja skúlabygningin í næstum.
Mynd: Savnsmynd
06.04.2022 - 15:05
Nú verður farið undir at byggja nýggja Húsarhaldsskúlan í Klaksvík.
Tað segði landsstýrismaðurin í mentamálum, Jenis av Rana, í tinginum seinnapartin:
1520071
At byggja nýggjan Húsarhaldsskúla er eitt samstarv millum Mentamálaráðið, Bústaðir og Klaksvíkar kommunu.
Ófráboðaðir spurningar vóru í tinginum í dag, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna, sum spurdi landsstýrismannin, nær farið verður undir byggingina:
1520068
Arbeiðið kom í drag, men nú væntar Jenis av Rana at tað bara ganga nakrar vikur, til arbeiðið fer í gongd:
1520070
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV