- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tvøroyrar kommuna umrøður flóttafólk

Á býráðsfundinum í kvøld fer Tvøroyrar kommuna at umrøða støðuna, nú fleiri flóttafólk eru komin í kommununa.
Tað eru privatfólk, sum hava tikið sær av umleið 12 flóttafólkum higartil, men kommunan skal eisini veita flóttafólkunum neyðugar tænastur, sum tey hava tørv á, upplýsir Fróði Mortensen, kommunustjóri.
Í løtuni eru flóttafólkini at meta sum ferðafólk, tí eingin almenn skipan er gjørd, sum greitt sigur, hvussu viðurskiftini hjá fólkunum skulu skipast.
Tað er eitt mál sum landsstýrið arbeiðir við, og uppskot verður lagt fyri løgtingið í næstum.
Sama skipan sum í Danmark
Roknað verður við, at føroyska skipanin fyri flóttafólkini verður á leið tann sama, sum skipanin, ið fólkatingið hevur samtykt fyri tey flóttafólk úr Ukraina, sum koma til Danmarkar.
Tí er ávís vitan um, hvussu viðurskiftini fara at vera, og hvørji krøvini verða til kommunurnar.
Og tað er tað, sum Tvøroyrar kommuna fer at umrøða á býráðsfundinum sum verður í kvøld kl. 18.30, upplýsir kommunustjórin.