- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samráðingar skulu broyta fráfaringaraldur - ikki lóg

Landsstýrið ætlar at hækka fráfaringaraldurin hjá alment settum starvsfólkum úr 70 ár upp 72 ár, bæði hjá teimum sáttmálasettu og hjá tænastumonnum.
Tað dámar ikki Tænastumannafelagnum, sum harðliga átalar bæði stuttu hoyringarfreistina upp á tveirdagar, og at ætlanin er at broyta sáttmálar við lóg.
Sambært felagnum skulu samráðingar til at broyta fráfaringaraldurin, og ikki eitt lógaruppskot.
Starvsfólkini skulu vera væl fyri
Tænastumannafelagið skrivar m.a., at felagið varðar av tollarum, sum skulu ansa eftir, at rúsevni og annað ikki kemur til landið.
Her krevst, at fólkini eru væl fyri kropsliga, hava góðar telduførleikar, hava lætt við at umstilla seg, hava eygu og oyru opin fyri at vita, hvat rørir seg í samfelagnum, men hetta er neyvan eitt fólk upp á 72 ár, skrivar Tænastumannafelagið.
Uppskotið er enn til viðgerðar í nevnd.